Venjingartíðir:
Lið til børn undir skúlaaldur
Kunning um liðini:
Einaferð var tað...Kom og dansa eitt ævintýr
Evni: Nøtabrótarin (nýtt ævintýr hvørt skeið)
Venjingartíðir:
2-3 ár týsdag kl 17.00-17.30 Foreldur og barn
3 ár mánadag kl 16.00-16.30 Foreldur og barn
2-4 ár+ týsdag kl 17.45-18.15 Foreldur og barn
4-5 ár týsdag kl 16.00-16.45
4-5 ár leygardag kl 11.00-11.45
5-6 ár mánadag kl 16.45-17.30
6-8 ár leygardag kl 13.00-13.45
Dansilærari: Katrin Dal-Christiansen.
Við hesum nýggja undirvísingartilfarinum, sum kemur úr Usa, kunnu vit bjóða dygdargóða dansiundirvísing til børn í aldrinum 2-8 ár.
Torleikastig fyri lið frá 4 ár:
1 Himmalstig:
1.1 Mariuhønan
1.2 Eldflugan
1.3 Firvaldurin
2 Jørðstig:
2.1 Summardáin
2.2 Graskarið
2.3 Træið
3 Havstig:
3.1 pingvinin
3.2 skjaldbøkan
3.3 Havfrúgvin
4 Heimstig:
4.1 Álvagentan
4.2 Krúnan
4.3 prinsessan
Tá ið børnini hava megnað allar venjingar í teirra torleikastigi, flyta børnini víðari til hægri torleikastig. Diplom verða givin fyri hvørt torleikastig.
Í ”Einaferð var tað…”... læra børn, ígjøgnum ævintýr, at dansa í einum spennandi, gandakendum umhvørvi.
Í ”Einaferð var tað...” tekur dansurin børnini við á eina ævintýrferð, har tey gerast ein partur av ævintýrinum, meðan tey samstundis læra rættan dansiteknikk, hava tað stuttligt og fáa nýggjar vinir.
Í ”Einaferð var tað...” fær barnið møguleika at koma inn í ein gandakendan heim, har dreymar gerast veruleiki.
Hip Hop
4-6 ár leygardag kl 14.00-14.45
Dansilærari: Katrin Dal-Christiansen.
Vit fara at dansa hip hop, spæla dansispøl, og byggja rørslubanar. Vit leggja dent á rørslumenning, og at hava tað stuttligt.
Yoga
5-6 ár hósdag kl 16.00-16.45
Yogainstruktør: Guðrið Eyðardóttir Skúvadal.
Í barnayoga verður dentur lagdur á at koma niður á jørðina í okkara annars skundisliga gerandisdegi.
Vit fara millum annað at hugsavna okkum um andadráttin, merkja kroppin, avbjóða og spæla við javnvágina, og eisini styrka kroppin sum heild við at læra ymiskar liggji-, siti- og standi venjingar. Hettar gera vit í felag, í gjøgnum stuttleika og spæl í einum fríðum rúmið har ein kann vera akkurát tann man er.
Rútmiskur fimleikur við hondamboðum
6-9 ár mánadag kl 17.45-18.30
Dansilærari: Katrin Dal-Christiansen.
Vit venja smáar dansisamansetingar, og gera seriir har vit nýta bóltar, hularingar, hoppibond og vimplar. Okkara dansilærari hevur drúgvar royndir sum fimleikavenjari uttanlanda innan rútmiskan fimleik, sum er ein olympisk ítróttargrein, har fimleikararnir eru tiltiknir fyri at hava serliga góðan smidleika. Gjørligt er hjá øllum, sum hava hug, at vera við í einstaklinga dansikappingum, framsýningum og dansipróvtøkum.
Torleikastig: Tá ið børnini hava megnað allar venjingar í teirra torleikastigi, flyta børnini víðari til hægri torleikastig. Diplom verða givin fyri hvørt torleikastig.
Barnagarðar, forskúlar, skúlar, frítíðarskúlar og onnur frítíðartilboð, stovnar, føðingardagar og onnur tiltøk:
Vit koma fegin út til tykkum at undirvísa, ella tit eru vælkomin at vitja okkum. Send okkum eini boð á Facebook ella tlf 255038.
Jeanette
Ætli at melda Maluna til liðið í dag, mánadag, kl. 16.45, er tað pláss?
Dansiskúlin
Ja her er pláss, vælkomin :)
Aria og Aleks
Eg hugsaði at prøva melda aria og aleks (syskin) til hip hop 4-6 ár. Er har pláss?
Dansiskúlin
Hey, tað er í ordan, tey eru vælkomin. So síggjast vit nú leygardagin 27 august. Vh Katrin, dansilærari :)
Maria Heinesen
Hey. Eg ynski at tekna dóttir mína á lið 4, um pláss er. Hon er 4 ár😊
Dansiskúlin
Hey Maria :) Tađ er í ordan, her er pláss. Vit byrja týsdagin 27 oktober. Send mær bara navniđ á henni, so skrivi eg niđur at hon kemur. Vh Katrin Dal Christiansen, dansilærari, tlf 255038.
Sóley Dam
Hey😃
Eg vil gjarna tekna dóttur mína til á lið 1 um pláss er enn. Hon er tvey😊
Dansiskúlin
Hey Sóley :) Tađ er í ordan, her er pláss. Vit byrja týsdagin 27 oktober. Vit síggjast tá. Vh Katrin Dal Christiansen, dansilærari, tlf 255038.
Andrea Jacobsen
Eg vil gjarna melda mína dóttir, Gunnvá Nolsø, á lið 1. Hon er trý ára gomul
Dansiskúlin
Hey Andrea, tađ er í ordan, tit eru vælkomnar. So síggjast vit týsdagin 27 oktober. Bl.h. Katrin