Dansiundirvísing til børn, ung og vaksin.

Dansiskúlin byrjaði sítt virksemi í 2013, og í løtuni bjóða vit dansiundirvísing til yvir 140 glaðar dansarar hvørja viku.

Í Apríl 2018 fingu vit nýtt høli, og er tað tí gjørligt hjá okkum at bjóða nógv fleiri lið enn áðrenn. Okkara nýggja høli er í Jóannesar Paturssonargøtu 30 í kjallaranum (við síðunar av har Sendistovan var fyrr/nú Jarðfeingi).

Nýggju hølini hóska sera væl til mátan vit ynskja dansiundirvísingin skal fara fram. Vit leggja dent á at hava smá lið, við einum ávísum lítlum tali av dansarum á hvørjum liði. Hetta ger, at dansilærarin hevur meira tíð til hvønn einstakan næming. Soleiðis megnar dansilærarin á bestan hátt at eggja og hjálpa hvørjum næmingi at menna seg rørsluliga á tí støðinum sum hesin er á. Tí eru flestu liðini eisini fyri øll, bæði roynd, og tey sum ongantíð hava dansa fyrr. 

Ymiskt tiltøk eru gjøgnum árið, har øll kunnu luttaka. Vit hava okkara fittu, stóru árligu framsýning, foreldradagar, dansi disko, vinardagar og mangt annað. Eisini er gjørligt hjá øllum dansarum í skúlaaldri at vera við í einstaklinga dansikappingum og dansipróvtøkum.

 

Ymiskt:

Klæðir

At dansa í: Tættsitandi fimleika/dansidrakt og fimleika/dansiskógvar. Hár burtur frá eygunum í toppi, hala ella flættu.

Gjald

Tað hevur týdning at øll gjalda rættstundis. Øll fáa bræv heim við eftir fyrsta tíman um hvussu skeiðið kann gjaldast. Gjaldast kann kontant, ella við at seta peningin inn á konto, og nevna lið og navn á barninum.

Systkin

Systkin eru bert í bíðirúminum meðan hini dansa, og hava ikki loyvi til at renna runt í dansihølinum meðan dansiundirvísing er.

Bíðilistar

Av tí at bíðilistar eru til flestu liðini, hevur tað sera stóran týdning, at siga okkum frá um tú ella barn títt gevst á liðnum, hetta so at tann næsti á bíðilistanum sleppur á liðið skjótast gjørligt.

Kommentarer

17.10.2022 18:43

Jeanette J. á Argjaboða

Hey, eg havi eina gentu, sum gjarna vil ganga til ballett. Hon er 8 ár. Hvussu skulu vit fyrihalda okkum?

17.10.2022 19:05

Dansiskúlin :)

Liðið ballet 7 ár og eldri byrjar leygardagin 29 okt kl. 12. Hon er vælkomin :) Adr er Jóannesar Paturssonar gøta 30.