Kunning um liðini:

Lið til vaksin 18 ár+


Hit Fit Dance

Vit í dansiskúlanum eru stolt av, at vit nú hava møguleikan at bjóða Hit Fit Dance undirvísing í Føroyum. 

Hit Fit Dance er stovnað av Mirja Kennedy og Marianne Eihilt (sum vit kenna frá dómarapanelinum í Vild med Dans).

Hit Fit Dance – Til tín sum elskar at dansa.

Øll vita, at dansur er góður fyri okkara sálarligu heilsu og vælveru, so kom og fá eitt energi boost til krop og sál. 

Í Hit Fit Dance skifta vit ímillum høgt og lágt tempo, og leggja dent á dansigleði og motión. Í Hit Fit Dance mennir tú eisini tína koordinatión, javnvág og fimi. 

Hit Fit Dance tekur støði í tónleiki og dansistílum frá teimum seinastu áratíggjunum. Vit dansa rock and roll frá 50unum, twist frá 60unum, disco frá 70 unum, pop og eurovision samansetingar frá 80-90unum, og nógv annað. 

Vit dansa til gamlan og nýggjan tónleik, so sum The Beatles, Abba, Whitney Houston, Travolta, Backstreet Boys o.a.

Vit dansa til tónleik frá dansifilmum sum t.d. Grease, Dirty Dancing, Mamma Mia, Chicago, og The Greatest Showman.

So kom og dansa - vit fara at flenna, sveitta – og tað er loyvt at syngja við.

Venjari: Katrin Dal-Chrisriansen.

 

Mammubólkar, bindiklubbar og aðrir bólkar. Ring og bílegg tíð

 

Ballet Fit
Øll vita, at dansur er góður fyri sálarliga heilsu og vælveru. Nú byrjar dansiskúlin eitt nýtt lið, har vit hava blandað fitness og klassiska ballet.

Í Ballet Fit kunnu øll dansa við, uttan mun til aldur og royndir.

Vit dansa í lágum tempo, og flyta kroppin á ein natúrligan og vøddauppbyggjandi hátt.

Við melda teg til Ballet Fit, kanst tú skapa sterkari vøddar, økja um tína kropstilvitan og bøta um tín kropsburð. Harumframt mennir tú tína koordinatión, javnvág og fimi.

Venjari: Katrin Dal-Chrisriansen.

 

Barnagarðar, forskúlar, skúlar, frítíðarskúlar og onnur frítíðartilboð, stovnar, føðingardagar og onnur tiltøk:

Vit koma fegin út til tykkum at undirvísa, ella tit eru vælkomin at vitja okkum. Send okkum eini boð á Facebook ella tlf 255038.