Kunning um liðini:
Lið til børn og ung í skúlaaldri
Hip Hop
7ár og eldri mikudag kl 17.00-17.45
Lær at dansa sum allar stjørnurnar í tónleikaheiminum. Vit læra feit triks og dansitrin, venja styrki, spæla dansispøl, hava ymsar stuttligar kappingar og mangt annað.
Dansilærari: Kezia Zachariassen.
Tik Tok Moves
10 og eldri mikudag kl 18.00-18.45
Dansilærari: Kezia Zachariassen.
Á hesum liðnum gjøgnumganga vit teir coolastu gomlu og nýggjastu Tik Tok dansirnir. Vit byggja uppá núverðandi dansir, og finna uppá nýggir dansir.
BarnaYoga
7-10 ár hósdag kl 16.45-17.30
Yogainstruktør: Guðrið Eyðardóttir Skúvadal.
Í barnayoga verður dentur lagdur á at koma niður á jørðina í okkara annars skundisliga gerandisdegi.
Vit fara millum annað at hugsavna okkum um andadráttin, merkja kroppin, avbjóða og spæla við javnvágina, og eisini styrka kroppin sum heild
við at læra ymiskar liggji-, siti- og standi venjingar. Hettar gera vit í felag, í gjøgnum stuttleika og spæl í einum fríðum rúmið har ein kann vera akkurát tann man er.
Talent lið - Kappingar-og framsýningarlið
0-3 flokkur týsdag kl 15.00-15.45
4-7 flokkur týsdag kl 18.15-19.00
Dansilærari: Katrin Dal-Christiansen og onnur.
Kappingar og framsýningarliđini fáa vanliga undirvísing í ballet, jazz, hip hop og lyrical dance, á hægri støði enn vanligu liðini. Ymiskt tiltøk eru gjøgnum árið, har næmingar á liđunum luttaka, til dømis hava vit einstaklinga kappingar, ymsar framsýningar, dansipróvtøkur og mangt annađ.
Torleikastig: Tá ið børnini hava megnað allar venjingar í teirra torleikastigi, flyta børnini víðari til hægri torleikastig. Dómari kemur inn, at góðkenna torleikastig, til eina dansiprovtøku 2 ferðir um árið. Diplom og frágreiðing um avrik verða givin fyri hvørt torleikastig, til hvønn einstakan næming.
Rútmiskur fimleikur við hondamboðum
6-9 ár mánadag kl 17.45-18.30
Dansilærari: Katrin Dal-Christiansen.
Vit venja smáar dansisamansetingar, og gera seriir har vit nýta bóltar, hularingar, hoppibond og vimplar. Okkara dansilærari hevur drúgvar royndir sum fimleikavenjari uttanlanda innan rútmiskan fimleik, sum er ein olympisk ítróttargrein, har fimleikararnir eru tiltiknir fyri at hava serliga góðan smidleika. Gjørligt er hjá øllum, sum hava hug, at vera við í einstaklinga dansikappingum, framsýningum og dansipróvtøkum.
Torleikastig: Tá ið børnini hava megnað allar venjingar í teirra torleikastigi, flyta børnini víðari til hægri torleikastig. Diplom verða givin fyri hvørt torleikastig.
Ballett
7-9 ár leygardag kl 12.00-12.45 Torleikastið 1 og 2
10-14 ár mánadag kl 18.30-19.15 Torleikastig 3 og 4
Dansilærari: Katrin Dal-Christiansen.
Vit dansa klassiska ballett, í einum róligum tempo, við góðum tónleiki. Gjørligt er hjá øllum, um tey hava hug, at vera við í einstaklinga dansikappingum, framsýningum og dansipróvtøkum.
Torleikastig: Tá ið børnini hava megnað allar venjingar í teirra torleikastigi, flyta børnini víðari til hægri torleikastig. Dómari kemur inn, at góðkenna torleikastig, til eina dansiprovtøku 2 ferðir um árið. Diplom og frágreiðing um avrik verða givin fyri hvørt torleikastig, til hvønn einstakan næming.
Fimisvenjingar
7-9 ár fríggjadag kl 16.00-16.45
10 ár+ fríggjadag kl 16.45-17.30.
Venjari: Eva Naomi Djurhuus.
Hetta er liðið til tey, sum ynskja at læra, ella gerast betri til split og spagat, fáa beinið hægri upp í teirra balansum, megna brúgv ella perfektu mylluna, og mangt annað.
Vit fara at gera styrkis og fimisvenjingar, sum verða tillagaðar til hvønn einstakan næming, í einum róligum og mennandi umhvørvi.
Liðið er væleydnað til amboðs-og estetiskar fimleikarar, sum ynskja at menna teirra smidleika og teknikk.
Einaferð var tað...kom og dansa eitt ævintýr
Evni: Prinsessu skúli (nýtt ævintýr hvørt skeið)
6-8 ár leygardag kl 13.00-13.45 (byrja á torleikastig 3)
Dansilærari: Katrin Dal-Christiansen.
Við hesum nýggja undirvísingartilfarinum, sum kemur úr Usa, kunnu vit bjóða dygdargóða dansiundirvísing til børn í aldrinum 2-8 ár.
Torleikastig fyri lið frá 4 ár:
1 Himmalstig:
1.1 Mariuhønan
1.2 Eldflugan
1.3 Firvaldurin
2 Jørðstig:
2.1 Summardáin
2.2 Graskarið
2.3 Træið
3 Havstig:
3.1 pingvinin
3.2 skjaldbøkan
3.3 Havfrúgvin
4 Heimstig:
4.1 Álvagentan
4.2 Krúnan
4.3 prinsessan
Tá ið børnini hava megnað allar venjingar í teirra torleikastigi, flyta børnini víðari til hægri torleikastig. Diplom verða givin fyri hvørt torleikastig.
Í ”Einaferð var tað…”... læra børn, ígjøgnum ævintýr, at dansa í einum spennandi, gandakendum umhvørvi.
Í ”Einaferð var tað...” tekur dansurin børnini við á eina ævintýrferð, har tey gerast ein partur av ævintýrinum, meðan tey samstundis læra rættan dansiteknikk, hava tað stuttligt og fáa nýggjar vinir.
Í ”Einaferð var tað...” fær barnið møguleika at koma inn í ein gandakendan heim, har dreymar gerast veruleiki.
Barnagarðar, forskúlar, skúlar, frítíðarskúlar og onnur frítíðartilboð, stovnar, føðingardagar og onnur tiltøk:
Vit koma fegin út til tykkum at undirvísa, ella tit eru vælkomin at vitja okkum. Send okkum eini boð á Facebook ella tlf 255038.
Seneste kommentarer
Ja her er pláss, vælkomin :)
Ætli at melda Maluna til liðið í dag, mánadag, kl. 16.45, er tað pláss?
Liðið ballet 7 ár og eldri byrjar leygardagin 29 okt kl. 12. Hon er vælkomin :) Adr er Jóannesar Paturssonar gøta 30.
Hey, eg havi eina gentu, sum gjarna vil ganga til ballett. Hon er 8 ár. Hvussu skulu vit fyrihalda okkum?